Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.04.2026 15:01

07 Vestur, Víkingur og NSÍ halda fram

Hóskvøldið spældu 07 Vestur, Víkingur og NSÍ seg víðari í steypakappingini hjá monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Nú er greitt, hvussu spælt verður í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið hjá monnum, sum vera 29. og 30. apríl.

Í gjárkvøldið vóru síðstu dystirnir í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið hjá monnum á skránni. Og tá avtornaði vóru tað Víkingur, NSÍ og 07 Vestur, ið spældu seg víðari.

Við Margáir vunnu runavíkingar ein sannførandi 7-1 sigur á EB/Streymi, og í Sarpugerði í Norðragøtu vann Víkingur 5-1 á AB. Triðji dysturin var á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur vann ein tepran 1-0 sigur á Skála.

Fjórðingsfinalurnar, sum verða spældar 29. og 30. apríl, síggja soleiðis út: HB – B36, Víkingur – FC Hoyvík, B68 – KÍ og 07 Vestur – NSÍ.

Aftaná at seinasta fjórðingsfinalan er spæld verður lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í hálvfinalunum. Hálvfinalurnar eru á skránni 13. og 14. mai, og 24. og 25. juni. Finalan um Løgmanssteypið hjá monnum verður leygardagin 5. septembur.