Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2025 07:35

Yvirlýsing frá áhugafelagnum Føroyingar fyri friði – Raðfesti friðarhugsjónina, tí hon bjargar menniskjalívum! 

Áhugafelagið Føroyingar fyri friði

Áhugafelagið Føroyingar fyri friði hevði sín fyrsta nevndarfund leygardagin 8. november 2025 aftaná stovnanina fyri einum góðum mánaða síðani. 

Við støði í fundinum vil nevndin heita á Løgting og Landsstýrið um at raðfesta friðarhugsjónina heldur enn at stuðla eini øktari hernaðargerð av samfelagsligum viðurskiftum.  

Føroyingar fyri friði er ein hugsjónar- og friðarrørsla, ið er óheft politiskt og átrúnaðarliga, og sum metir, at Føroyar kunnu vera ein positiv mótvekt til polarisering, krígsorðaleik og raðfesting av hernaðarútgerð, sum gongur fyri seg í hesum døgum. 

Vit vilja í hesum sambandi vísa á, at Føroyar er ikki ein statur, og hevur ikki eina krígssøgu, statir vanliga hava, tí teir eru skipaðir við at taka til sín landøki við hernaðarmegi. 

Hóast Føroyar í mongum førum virka sum ein statur eisini í altjóða viðurskiftum við diplomatiskum- og handilssambondum, so er fortreytin hjá Føroyum sera góð, yvir fyri umheiminum, at vísa á tað skilagóða í friðarhugsjónini og góðum diplomatiskum loysnum heldur enn hernaðarligu dubbingini.

Ein friðarfrágreiðing nevnd “The Copenhagen Peace Report 2025”, sum er gjørd í samstarvi við Hesbjerg grunnin, staðfestir, at útreiðslur á heimsstigi til hernaðarendamál og atgongd til vápn økjast alsamt í hesum tíðum samanhildið við, at millumtjóða kríggj og borgarakríggj altjóða eisini økjast í tali.   

Týdningarmikið er áhaldandi at varpa ljós á frið millum fólk, fólkasløg og heimsins lond. Vit vóna og vænta, at varandi friður fæst í lag í Miðeystri og kríggið skjótt endar í Ukraina. Samstundis eru vit tilvitaði um, at kríggj tíverri framvegis eru aðrastaðni í heiminum, eitt nú í Sudan.

Nú tað er økt hernaðarligt virksemi við kjarnorkuriknum eindum her um okkara leiðir í norðuratlantshavi og í Arktis, vilja vit eisini minna Løgting og Landsstýrið á tær løgtingssamtyktir, sum áseta, at Føroyar skulu vera eitt kjarnorkuvápnafrítt øki.

Á fundinum 8. november samtykti nevndin eisini, at arbeiða víðari við samstarvinum við norðurlendsku friðarrørslurnar, umframt at fyrireika framløgu fyri lærustovnum, kommunum, fyritøkum og felagsskapum um friðarhugsjónina í trá við endamálsorðingina hjá friðarrørsluni.