–Raðfesti friðarhugsjónina!
tí polariseringin og vápnadubbingin ger heimsstøðuna ótrygga – eisini her um okkara leiðir
Á altjóða degnum í dag til minnis um Holocaust og onnur fólkadráp vil áhugafelagið Føroyingar fyri friði – við støði í nevndarfundi og luttøku á almennum hoyringsfundi um mannarættindi her í januar mánaða – heita á løgting og landsstýri, umframt fólkating og donsku stjórnina, um at raðfesta friðarhugsjónina í politiska og diplomatiska arbeiðinum; tí í løtuni gerst heimsstøðan enn meira ótrygg – eisini um okkara leiðir – við støðugt øktum fokus á polarisering og vápnadubbing.
Kríggið í Ukraina, ófriðurin í Miðeystri, kríggj í Sudan og aðrastaðni við, umframt nýliga innrásin hjá USA í Venesuela og ætlan teirra um at taka yvir Grønland, eru stórpolitiskar millumtjóða rembingar í kjalarvørrinum av øktari hernaðarligari dubbing. Vápnadubbingin verður stuðla undir av polariserandi retorikki frá evstu valdshavarum við fígginda- heldur enn vinamyndum.
Friðarhugsjónin hevur talaða og skrivaða orðið – samveruna, samskifti og diplomatisku samrøðuna – sum síni fremstu, týdningarmesta og einastu “vápn” til at fáa frið í lag millum heimsins lond og fólkasløg. Pasifisma er ein grundsúla í friðarhugsjónini, har dentur verður lagdur á at forða fyri einhvørjum kríggi og harðskapi og við støðugari vápnaavdubbing. Menniskjarættindi, javnstøða og forstáilsi fyri ymiskum mentanum eru kjarnuvirði í arbeiðinum hjá friðarrørsluni.
Vit í friðarrørsluni vilja tí staðiliga varpa ljós á týdningin, at valdsharrar – bæði her heima og uttanlands – taka friðarhugsjónina til sín og arbeiða samsvarandi henni. Tí vit meta, at friðarhugsjónin er tann mótvekt, ið skal til fyri at fyribyrgja polariseringini, krígsorðaleikinum og háttinum hjá valdsmiklum ríkisleiðarum, at býta heimsins lond millum sín og at bólka fólkasløg í vinir og fíggindar.
Friðarhugsjónin snýr seg tí í stóran mun um at vísa næstakærleika yvir fyri øllum heimsins fólkum og fólkasløgum; ikki bara vinum og teimum, vit eru samd við, men eisini óvinum og teimum, vit eru ósamd við. At vísa næstakærleika yvir fyri øllum er ikki lætt at vísa í verki; men um tað verður gjørt, so eru fortreytirnar fyri friði, sameining og virðing fyri ymiskum mentanum og fólkarættinum sera góðar.

Vit sum friðarrørsla vilja tí áhaldandi heita á landsins leiðslu, um at bera fram friðarhugsjónina bæði innanlands og í altjóða samstørvum í diplomatiskum høpi. Tað vísir seg tíverri í hesum døgum, at ein støðug hernaðargerð av samfelagsligum- og millumtjóða viðurskiftum – og vápnadubbing í tí sambandi – økir bara um vandan fyri fleiri innrásum og kríggjum í stríð við bæði fólkarætt, menniskjarætt og altjóða lóggávu annars.
Friðarrørslan ætlar at skipa fyri friðartiltaki og aðalfundi í februar mánaða. Í næstum verður kunngjørt nærri hesum viðvíkjandi.
Tórshavn, 27. januar 2026
Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði
Henrik Weihe Joensen, forfólk Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk
Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur Petur Asano, nevndarlimur
Ólavur Weihe Joensen, skrivari
