Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.08.2025 14:44

Yvir 500 næmingar og lærlingar byrja á Glasi í ár

Glasir

Í hesi vikuni byrjaði virksemið á Glasi aftur eftir summarfrítíðina. 13. august var fyrsti skúladagur fyri nýggjum næmingum og lærlingum.

314 næmingar byrja í ár á einum av breytunum á gymnasialum miðnámi, sum eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt.

198 næmingar og lærlingar byrja á einum av breytunum á yrkisnámi í ár. Hesar eru bilbreyt, elbreyt, smiðju-og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, klædna, FHS og lærlingar innan skrivstovu og handil. 5 næmingar byrja eisini á serbreytini á Glasi í ár.

Á hægri námi byrjar eitt hold við fíggjarbúskapi seinni í august, umframt á partíðarútbúgvingum, sum hægri nám á Glasi eisini hevur.