Myndir: Eysturoyarportalurin
Upphitingin til steypafinaluna leygarkvøldið byrjaði í kvøld, tá Víkingur skipaði fyri tiltaki fyri teimum yngstu víkingunum og upp til tey sum ganga í 3. flokki. Og uppmøtingin var sera góð, har nógv børn vóru møtt upp.
Byrjað var við aktivitetum saman við leikarunum frá Betrideildarhópinum. Aftaná var farið inn í ovaru hædd í Víkingahúsinum at tekna, klippa, líma osv. Skreyti sum børnini gjørdu har, skal brúkast til sjálva finaluna.
Síðani vóru vafflur og saft at fáa hjá børnunum.
Týsdagin verður so upphiting fyri børnum frá 4. flokki og eldri.
Sí myndir frá upphitingini niðanfyri:


























