Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.09.2022 19:29

Vovið gull funnið á Velbastað

Myndir: Tjósavnið


Á útgrevstrinum í ár, niðri á Bakka, eru fornfrøðingar millum annað komnir fram á eina víkingaaldarperlu úr Eysturlondum, umframt eldri byggileivdir undir bønhústoftini.
Í undanfarnum árum eru eisini funnin ein anglo-saksiskur silvurmyntur og ein gyltur fingurringur.

Nú legst ein ”nýggjur” forngripur aftrat: Ein vovin gulltráður.

GULLTRÁÐURIN
Talan er um ein uml. 1 mm breiðan, flatan gulltráð – eisini nevnt gull lamella. Gulltráðurin fær sítt skap av at verða tvunnin rundanum eina kjarnu/tráð. Í okkara føri er kjarnan nú fúnað.

Gulltráðurin sást koma fram úr moldini sum eitt skínandi korn. Avgerð varð tikin um at taka gulltráðin upp við moldini, hann var funnin í, sum eitt ‘preparat’, so konservatorurin á Tjóðsavninum varliga fær grivið hann út á konservatorverkstaðnum undir sjóneykuni.

Gulltráðurin varð funnin ímillum tveir steinar í upprunaligu inngongdini til bønhúsið. Økið við inngongdina til bønhúsið hevur verið serstakliga ríkt við forngripum, nevnast kunnu naglar, føroysk ílatabrot og barnatenn.

Tílíkur gulltráður er ikki funnin í Føroyum áður. Hyggja vit til norðurlendsku grannalond okkara, finnast nøkur fá dømi um spjaldravovin bond við gull- og silvurtræðrum tíðarfest til víkingaøld.

Nú útgrevsturin er um at verða av fyri ár, skal alt tilfarið frá útgrevstrinum gjøgnumgangast fyri at skapa samanhang og yvirlit. Tá verður eisini arbeitt víðari við gulltráðnum.