El Paso Locomotive og Petur Knudsen møttu í nátt Orange County SC í Western Conference fjórðingsfinaluni.
Harvið byrjaðu teir leiðina um at vinna Western Conference deildina, og møguleikanum at møta vinnarinum í Eastern Conference deildini fyri síðani at gerast USL Championship vinnarar.
Men tað var heimaliðið, Orange County SC, sum dróg longsta stráðið og vann dystin 1-0 við beinleiðis frísparkið.
Tapið ber í sær, at dreymurin hjá El Paso og Petur Knudsen um at vinna seg í play-off finaluna, er av á hesum sinni.
Petur byrjaði á bonkinum, men kom inn tá ið 58. minuttir vóru leiktir.
Hann var annars eisni úttikin til A-landsliðið, sum leikti móti Póllandi og Tjekkia í síðstu viku, men kom ongantíð á vøllin.
Deil á Facebook