Volunteer hevur gjørt síðsta túr á Føroya Banka fyri í ár. Og sigast má, at túrurin var avbera góður. Einans 3 setur á hesum túrinum.
Teir fiskaðu gott 60.000 pund tilsamans Áleið 37.000 pund av veiðini var stórur toskur, meðan gott 15.000 pund var hýsa, meðan restin av veiðini var havtaska og longa.