Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.02.2026 11:44

Viviann nýggjur leiðari fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Heimamissiónini

Trúboðin

Nýggjur leiðari er settur fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Talan er um Vivian Ole-Jacobsen úr Sørvági, ið hevur drúgvar royndir innan kristiliga barnaarbeiðið. Hon kemur at hava yvirskipaða ábyrgd av barna-, junior- og familjuarbeiðinum hjá Heimamissiónini og kemur at arbeiða við at samskipa og menna hetta.

Vivian hevur verið virkin innan barnaarbeiðið í Libanon í Sørvági í nógv ár. Síðan hon var heilt ung hevur hon havt sunnudagsskúla, hjálpt til við barnakórinum í Sørvági, og verið við til at skipað fyri summarlegunum í Vágunum. Harafturat hevur hon verið ein av kórleiðarunum til Sangfagnaðin hjá Heimamissiónini mestsum hvørt ár síðan tiltakið byrjaði í 2016. Í dag stendur hon eisini fyri junior- og ungdómsarbeiðinum í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági.

Seinastu 12 árini hevur hon starvast á roknskapardeildini og fyrisitingini hjá Atlantic Airways. Hon hevur kandidat útbúgving innan búskap og hevur eisini royndir innan leiðslu, fíggjarstýring og organisatión. 

Vivian kemur frá ídnari missiónsfamilju í Sørvági. Foreldrini eru Sigrun og Leo Hans Mikkelsen. Sigrun hevur sitið í landsnevndini fyri sunnudagsskúlaarbeiðið í nógv ár og byrjaði fyrr í ár í starvi sum barna- og familjuráðgevi ein dag um vikuna. Leo Hans sat í høvuðsstýrinum hjá Heimamissiónini í fleiri ár. Vivian og systirin, Karin, hava eisini í nógv ár verið kórleiðarar saman til árliga sangfagnaðin fyri børn hjá Heimamissiónini.

Vivian byrjar í starvinum 1. mai 2026. Hon kemur at avloysa Jóhan Hansen, ið hevur verið barna- og familjuráðgevi seinastu 5 árini, men sum nú hevur valt at fara undir víðari lesnað.

Høvið verður at heilsa uppá bæði Vivian og Jóhan til ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum verður í Nesvík leygardagin 11. apríl.