Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.06.2025 13:26

Vitjað Gøtu og Leirvík

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur vitjað í skúlum og á dagstovnum í Gøtu og Leirvík.

Fyrst varð vitjað í Leirvíkar skúla, sum hýsir børnum úr forskúla til 3. flokk í Eysturkommunu. Tað var skúlaleiðslan við Atla Johansen, skúlastjóra, og Anniku Katrin Joensen, varaskúlastjóra, sum tóku ímóti og vístu runt. Fyrst í Leirvík og síðani í Gøtugjógv, har Skúlin í Eysturkommunu húsast. 

Landsstýrismaðurin var við til morgunsangin í Leirvík og var sera hugtikin av, hvussu væl skipað og friðarlig skúlabørnini vóru. Skúlin hevur lagt seg eftir at skapa ein gott skúlaumhvørvi, har amboðið Betri Vinir eisini er tikið í nýtslu. Tað sást, at børnini høvdu lært nógv um, hvussu tey skuldu vera saman á ein góðan hátt fyri øll. Komandi árini verður farið undir stórar útbýggingar í Skúlanum í Leirvík, sum fer at betra munandi um fysisku karmarnar. Vitjað var somuleiðis við Gøtugjógv, har børnini eru frá 4. til 7. flokk.

Har er eisini móttøkuflokkur skipaður fyri útlendsk børn úr bæði Eystur- og Fuglafjarðar kommunu. Gott samstarv er millum kommunurnar báðar um hádeild í Fuglafirði eisini. Tað eru góðir karmar hjá børnunum í Gøtugjógv, sum skúlaleiðslan vísti fram. 

Harumframt vitjaði landsstýrismaðurin á teimum báðum dagstovnunum í kommununi. Fyrst var tað Dagstovnurin Brúsi, har Poula Ejdesgaard er leiðari og vísti runt saman við Julionnu Næs, sum hevur drúgvar royndir á stovninum. Tað eru beint undir 100 børn á dagstovninum, sum hevur bæði vøggustovur og barnagarðsstovur. Landsstýrismaðurin var við til felagssamlingina, sum er hvønn fríggjamorgun, har børnini samlast til hugnaliga sangløtu.

Vitjað varð eisini í nýggja barnagarðinum Gjáa við Gøtugjógv, sum varð tikin í nýtslu fyri bara tveimum árum síðani. Leiðari á stovninum er Rannvá Hentze, sum vísti runt saman við varaleiðaranum Súsonnu Skála. Tað er ein sera spennandi og øðrvísi dagstovnur, sum byggir á italsku námsfrøðiligu tilgongdina “Reggio Emilia”, sum tey hava lagað til eitt árshjól á dagstovninum. Reggio Emilia er ein barnamiðað námsfrøðilig tilgongd, har barnið verður hugsað at vera virkið, skapandi og forvitnið. Læringin fer fram ígjøgnum samstarv, spæl og upplivingar, har umhvørvið og sjónliggjørd dokumentatión hava ein týðandi leiklut. Tað er eitt støðugt sveiggj millum barnaáhuga, kreativa menning, og tíðarhjólið í náttúruni og samfelagnum.

Á báðum dagstovnunum hevði landsstýrismaðurin góð prát við stovnsleiðslunar um viðurskifti, sum hava týdning fyri at hava góðar dagstovnar. Landsstýrismaðurin sigur, at tað altíð er gevandi at koma út at síggja gerandisdagin hjá okkara børnum og skifta orð um, hvat hevur týdning fyri børnini, starvsfólkini og leiðslunar.