Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.07.2025 09:05

Vitjað byggiverkætlanir

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur  vitjað tvær  byggiverkætlanir hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum skjótt verða lidnar.

Fyrst varð vitjað í Lon 5 á Frælsinum, har Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum flytur inn aftur beint eftir summarfrítíðina. Øll lonin er høvuðsumvæld og nútímansgjørd, men við stórari virðing fyri byggilistini frá 60’unum, tá ið bygningurin var nýggjur. 

Síðan varð vitjað á Kambsdali, har nýggj felagshøll er bygd í miðjuni av gomlu bygningunum, við nýggjum náttúruvísindaligum undirvísingarhølum á aðru hædd. Hetta fer at betra munandi um umstøðurnar í undirvísingini og at kunna savna allar næmingar á skúlanum til alskyns tiltøk.  Eisini her verður flutt inn beint eftir summarfrítíðina.

Landsstýrismaðurin fegnast um, at báðar byggiverkætlanirnar hava gingið væl, og at tær nú nærkast endanum.