Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.05.2023 14:08

Vitin á Garðsenda

Eftir Janus Jensen

Tann 1. okt. í ár verða tað 130 ár síðan vitin á Garðsenda varð tendraður á fyrsta sinni. Vitin á Garðsenda var partur av fyrstu skipaðu útbyggingarætlanini av føroysku vitaskipanini. Hesir vóru umframt vitan á Garðsenda, Nólsoyar viti (vitin á Borðuni), tveir smærri vitar á Gálgatanga (á Tvøroyri ) og vitin á Kalsoynni ( á Syðradali). Tað var Farvandsvæsenet, sum stóð fyri útbyggingini, og smbrt. bóklinginum Farvandsvæsenet på Færøerne i Hundrede år ( 1893 – 1993), var endamálið við hesi verkætlan:

”At fáa eina havn í hvørjari av teimum stóru oyggjunum – Suðuroy, Streymoy, Eysturoy og í Norðoyggjum – ið var lýst av vita, og sum kundi nýtast til neyðhavn”.

Vitin á Garðsenda er innsiglingarviti, og tá hann er tendraður, lýsir hann í 4 sek. og er myrkur eitt sek. Líka fram til 1921 var ein petroleumsbrennari nýttur í smb. við vitaljósið. Petroleumsbrennarin var tá skiftur út við blágass. Tá elektrisitetið kom fyrst í 1950´unum, var hetta eisini lagt inn í vitan.

Síðan vitin á Garðsenda var tendraður á fyrsta sinni 1. okt. 1893, hevur starvið sum vitapassari verið í ættini á Torkilsheyggi og er tað framvegis. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir vitapassarar á Garðsenda. Her sæst, at ættin á Torkilsheyggi hevur røkt vitan á Garðsenda í sløk 130 ár:

Simon Thorkildshøj 1894 – 1924 

Jenny Thorkildshøj 1924 – 1935 

Poul N. Thorkildshøj 1935 – 1939 

Christian ( Kissa) Thorkildshøj 1939 – 1986 

Leivur á Torkilsheyggi 1986 – 

Kelda: Samstarv. Kongshavnar Havnastýri 1914 – 89. 75 ár. ( Kongshavnar Havnastýri, 1991)

Viðmerkjast kann, at Simon Thorkildshøj var vitapassari á Borðuni árini 1924 – 1939, tá sonurin Poul N. Thorkilshøj var settur í hetta starvið.

Í áðurnevnda bóklingi, Farvandsvæsenet på Færøerne i Hundrede år ( 1893 – 1993), er áhugaverd frásøgn á s. 36. undir heitinum: Trupulleikar á Toftum. Í febr. – mars 1901 boðar vitameistarin á Borðuni, sum hevði eftirlit við smærru vitunum, frá, at trupulleikar eru við at røkja vitan á Garðsenda. Í stuttorðaðu fráboðanini til Keypmannahavnar verður bert sagt, at vitapassarin á Toftum, Simon Thorkilshøj, hevur ikki kunnað røkt vitan av tí, at hann hevur verið innlagdur á sjúkrahús, og at familjan hevur mist tvey børn av herviligari sjúku. Vit vita, at talan er um tvíburðarnar Ole ( Ólavur) og Johannes, sum vóru føddir 10/02 – 1900, og sum doyðu ávikavist 27/02 – 1901 og 8/3 – 1901. Hesin sorgarleikurin hevur uttan iva havt stóra ávirkan á familjuna úti á Heyggi.

Tá bretsku hermenninir komu til Føroya undir seinna heimsbardaga, komu skjótt boð frá herleiðsluni um, at alt skuldi myrkaleggjast, herímillum eisini vitarnir. Tó var tað soleiðis, at vitarnir av og á vóru tendraðir til tess at vegleiða sjóferðsluna, men hetta var altíð eftir boðum frá herleiðsluni. Leivur á Torkilsheyggi hevur greitt mær frá eftir frásøgn frá faðirinum, Kissa úti á Heyggi, at tá skip skuldi inn á Skálafjrøðin í myrkri, komu boð úr Havn frammanundan at tendra vitan á Garðsenda og at sløkkja hann aftur, tá skipið var komið fram.

Bæði vitin á Borðuni og vitin á Akrabergi vóru fleiri ferðir fyri loftálopum frá týskum flogførum hesa tíðina. Men mær vitandi hendi ikki stórvegis við vitanum á Garðsenda í so máta.