Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2025 23:00

Vita flokkarnir hvat teir eru samdir um ?

Lesarabræv

Fleiri útmeldingar og tíðindi hava verið um tjóðarsemjuna, sum 5 flokkar siga seg taka undir við.

Løgmaður sigur á tíðindafundinum, eftir fundirnar við stjórnarleiðarnar, at nakrar broytingar skulu gerast í Ríkisfelagsskapinum, men løtu seinni sigur løgmaður í miðlunum, at vit skulu taka okkum úr felagsskapinum, fyri at fara inn í ein nýggjan felagsskap við trimum sjálvstøðugum londum, og forkvinnan í Tjóðveldi sigur at nú fáa vit fullveldið. 

Ongin nágreining er um, júst hvussu hendan tilgongdin skal vera, ella um hon skal vera innanfyri karmarnar í Grundlógini ella ikki – einki ítøkiligt uppskot og eingin avtalutekstur er lagdur fram fyri almenninginum. Tí er stóri spurningurin, um flokkarnir vita hvat teir eru samdir um.

Sambandsflokkurin legði í 2024 fram uppskot sítt um Nýtt Samband, har ítøkiliga innihaldið nevniliga er at víðka um uttanríkispolitisku heimildirnar, umframt at geva okkum sjálvstøðugan limaskap í altjóðafelagsskapum. Uppskotið legði upp til avtøkur og dagføringar av gomlum lógum, ið skulu endurskipast í eini nýggjari Sjálvstýrislóg – sostatt hevur Sambandsflokkurin eitt ítøkiligt boð uppá víðkaðar og dagførdar heimildir fyri Føroyar á uttanríkispolitiska pallinum.

Føroyingar og Føroyar njóta í núverandi samanseting fleiri ágóðar og stórrakstrarfyrimunir við at vera í ríkisfelagsskapinum, herundir betri Moody’s rating, lægri lánsrentur, betri lestrar- og stuðulsmøguleikar fyri lesandi, betri arbeiðs- og uppihaldsmøguleikar í øllum Europa, fíggjarligt ískoyti til vælferðina við ríkisveitingini og verjusamstørv við NATO umvegis Danmark.

Orsøkin, at Sambandsflokkurin ikki vil úr ríkisfelagsskapinum, er tí vit ikki hava nakra trygd fyri, at hesi rættindi verða varðveitt. Um vit taka okkum úr samstarvinum, er eingin trygd fyri, at vit sleppa í aftur – og tí vilja vit finna semjur innanfyri felagsskapin og Grundlógina.

Sambandsflokkurin

Bárður á Steig Nielsen

formaður