Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.01.2023 08:38

Vit søkja eftir maskinsmiðum

Vegna vaksandi virksemi leita vit eftir maskinsmiðum til okkara toymi. Starvsplássið er á Kambsdali, men starvið inniber eisini, at tú fert út til ymiskar arbeiðsuppgávur kring landið.

Er tað tú? Send okkum tína umsókn – ella tagga onkran maskinsmið, tú kennir.

Tað er krav, at tú ert útlærdur maskinsmiður.

Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært avtalu.

Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Leivur Hansen á leivur@jt.fo ella tlf. 77 44 60.

Hevur hetta tín áhuga, send umsóknina til leivur@jt.fo. Seinasta freist at søkja er 5. februar 2023.

——————-

STUTT UM OKKUM

JT electric er ein føroysk fyritøka, sum mennir og framleiðir tekniskar vørur og KT skipanir til alivinnuna kring heimin. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laksi í alibrúkum kring heimim.

Við 70 dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Skotlandi, Danmark og Póllandi miðja vit eftir at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.