Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2022 19:46

Vit skulu vera við har avgerðirnar verða tiknar

Mynd: Helgi Abrahamsen

Lesarabræv

Sambandsflokkurin gongur inn fyri, at Føroyar skulu hava ein virknan uttanríkis- og trygdarpolitikk. Eitt umboð fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi fer tí at virka fyri, at vit verða hoyrd í øllum málum, sum viðvíkja Føroyum.

Seinastu árini hevur umboð Sambandsfloksins verið við í uttanríkispolitsku nevndini (UPN), har nógv mál um uttanríkis og trygdarpolitikk verða viðgjørd í trúnaði.

Í sambandi við økta virksemið við Arktis eru fleiri eygu vend ímóti Føroyum, og stórveldini hava fingið vaksandi áhuga fyri okkara øki.

Eitt umboð fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi fer tí at samstarva við eina komandi danska stjórn um uttanríkis- og trygdarpolitikkin, og fer áhaldandi at minna donsku politisku skipanina um tey føroysku áhugamálini.

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin