Lesarabræv
Vit í arbeiðarafeløgunum standa fast í spurninginum um lønarhækkan – okkara limir skulu hava løn, so at vit vinna nakað aftur av stóru príshækkanini! Og hví skulu vit ikki eisini fáa lut í vinnuliga vøkstrinum? Vit hava verið við at skapa vøksturin. Vinnan hevur ráð, og metgóð úrslitini seinastu nógvu árini vísa tað.
Tað er álvarsamt at koyra fleiri túsund fólk í verkfall, men avgerðin at vraka semingsuppskotið var ikki trupul at taka, tí lønarhækkanin var alt ov lág!
Lønin hjá verkafólk er útholað – okkara ungu limir hava trupult við at seta búgv, bæði tí lønirnar ikki eru nóg góðar, men eisini tí setanarviðurskiftini eru ótrygg hjá nógvum.
ARBEIÐSGEVARAFELAGIÐ ERU PÍRIN
Teir seinastu sáttmálarnir sum gjørdir vóru, bóru brá av, at tíðirnar fyri framman vóru ótryggar. Beint sum korona byrjaði fyri fýra árum síðani, gingu okkara sáttmálar út, og útlitini vóru sera ótrygg. Hetta viðurkendu vit, og rættu eina hond til arbeiðsgevaran. Somu útrættu hond høvdu vit til seinastu samráðing, tí omaná Korona var kríggj í Evropa.
Hesaferð væntaðu vit satt at siga, at okkara vælvild var afturlønt, og arbeiðsgevararnir rættu sínar armar út til okkara mongu sperdu verkafólk, sum hvønn dag stríðast at fáa endarnar at røkka.
Okkara limir merkja betri enn nakar sviðan av ógvusligu príshækkingum. Vit vóru sannførd um, at hesaferð fóru arbeiðsgevararnir at kennast við hetta og tann trupla veruleika, sum limir okkara liva í. Men so var ikki – tvørtuímóti kennur teirra pírni onki mark!
VIT STANDA FAST VIÐ KRØVINI
Eg havi verið við í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag síðani 1988. Ongantíð áður havi eg uppliva slíka framgongd og yvirskot, sum vinnulívið hevur havt seinastu 6-8 árini. Peningur manglar ikki hjá vinnuni í Føroyum – tvørturímóti. Spuringurin er, hví unnar arbeiðsgevarafelagið ikki løntakarum eina sámiliga løn?
Hvussu leingi verkfallið varar er fullkomiliga upp til arbeiðsgevarafelagið at bestemma. Vit standa stinn í okkara sámuligu krøvum, og vit vita, at nógvir arbeiðsgevarar eru sinnaðir at ganga okkara ynskjum á møti. Vónandi gongur ikki ov leingi, til tey rakna við í Vinnuhúsinum á Óðinshædd.
Við fakfelagskvøðu,
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Deil á Facebook