Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.01.2026 15:25

Vit eiga at rætta teir feilir vit gera, sjálvandi

Mynd: Eysturoyarportalurin

Lesarabræv

Vit kunna byrja við at spyrja okkum sjálvi, er størri álit á politisku skipanina í dag, enn tað var fyri 20 árum síðani?

Ein spurningur, ið er torførur at greina við tølum, tí tey finnast ikki í Føroyum. Men eg hugsi allíkavæl, eg tori at pástanda, at álitið á politisku skipanina er væl minnið í dag, enn tað var fyrr. 

Orsakirnar eru helst fleiri, men eg haldi eisini, eg tori at pástanda at broytingin frá 7 valdømum til 1 valdømi, hevur havt eina stóra ávirkan. Vit eiga at fara at eftirmeta og kjakast um tað.

Tá tann grundleggjandi broytingin bleiv samtykt, var tað gjørt í einum hasti, eru tað nógv, sum vilja vera við. Onkrir framstandandi politikkarar stóðu til at falla, og fyri at bjarga sínum egna sessi, bleiv uppskotið um at gera 1 valdømi samtykt í Løgtinginum. Hetta er tað, sum vanliga verður sagt millum mannað. Ikki serliga væl umhugsaðar grundgevingar fyri einari so stórari broyting, spyrt tú meg.

Lat okkum eftirmeta verandi støðu konstruktivt.

Eg havi nakrar ferðir roynt at reist hendan spurningin um eftirmeting, men uttan úrslit. Tað er sum at “sletta vatn á gás”. Men í “krókunum” hoyrist frá fleiri og fleiri, at broytingin í 2007 til eitt valdømi, var ein feilur. Og ein feilur eigur at vera rættaður, spyrt tú meg. 

Tað eru nógvar ymiskar valskipanir til í heiminum. Tað er áhugavert, at í teimum londunum sum skorða høgt í áliti á politisku skipanina, hava øll fleiri valdømir. Og tað er enn meira áhugavert, at Føroyar eru í bólki við t.d. Montenegro, Kosovo, Bulgari, Modova v.f., tá hugsað verður um valdømir, og ikki við lond, ið vit sum oftast vilja líkjast, so sum Norra, Svøríki, Danmark, Finnland. 

Tann fyrsta talvan vísir, hvussu umboðanin er í dag, í mun til gomlu sýslurnar og fólkatal. Har sæst greitt, at serliga Eysturoy er illa umboðað í mund til mandatir og fólkatali. 

Næstan talvan talvan vísir, hvussu Løgtingið hevði verið mannað, um vit brúktu valskipanina, sum bleiv broytt í 2007. Tó eru 6 eykavald í hesi talvuni, fyri at koma uppá 33 tinglimir. 27 valdømisvald + 6 eykavald. Hetta vísur eisini eina áhugaverda mynd, haldi eg. 

Gjørt skal vera vart við, at í gomlu skipanini so kundi man ikki velja uttanfyri sítt egna valdømi. Henda talvan tekur ikki hædd fyri tí. Her er gjørt upp eftir samlaða atkvøðutalinum ymisku tingfólkini fingu og hvar teirra bústaður var á valdegnum. 

Tann seinasta talvan vísir eitt dømi, um Løgtingið bleiv mannað eftir fólkatalinum í teimum gomlu sýslunum, uttan nakra skipan við eykavaldum

Brúkti man ta skipanina, so hevði Eysturoy skula havt 8 tinglimir, og ikki bert tríggjar, sum støðan er í dag.

Óansæð, so er Eysturoyggin alt ov illa umboða í Løgtinginum í dag, og tað er ein stórur trupulleiki, sum okkurt eigur at vera gjørt við. 

Eg haldi, eitt gott boð hevið verið, at vit partvíst aftur innførdu skipanina við 7 valdømum, fyri at tryggja øllum økjunum eina rímiliga umboðan. Umframt tað, so haldi eg, veljarin ikki skuldi verið avmarkaðu at valt eitt umboð búgvandi í sínum egna valdømi. Altso, ein blanding av gomlu og nýggju skipanini. Hetta hevði havt við sær, at øll økini høvdu verið betri umboðaði, enn tey eru í dag, samstundis sum man ikki hevði avmarkað møguleikarnar hjá valevnunum, at fingið atkvøður úr øllum landinum. Eg eri sannførdur um, at tað hevði gjørt, at tey sum bjóða seg fram, og vera vald, høvdu fingið nógv betri grundarlag at arbeitt fyri øllum Føroyum, enn tey hava í dag. Mín pástandur er, at økis áhugamál vera ikki nóg væl hoyrd í Løgtinginum í dag.