Miðnám á Kambsdali
Týsdagin 17/9 fekk Miðnám á Kambsdali vitjan frá Fróðskaparsetri Føroya, har tríggir granskarar høvdu stuttar fyrilestrar um trý ymisk evni. Hetta er í sambandi við Vísindavøkuna, sum verður í Kongshøll fríggjadagin 27/9. Seinnu árini hevur verið vanligt at vitja skúlar við einstøkum fyrilestrum dagarnar undan vísindavøkuni í Kongshøll. Einstakir fyrilestrar eru eisini ymsastaðni kring landið nøkur kvøld nú fram móti vísindavøkuni.
Skráin var henda:
- Fyrst greiddi Dávid í Lág, phd-lesandi í teldufrøði (og fyrrverandi næmingur á Kambsdali) frá gransking síni innan vitlíki og ‘talu til tekst máltøkni til føroyskt’
- Síðani greiddi Hans Andrias Sølvará, professari í søgu (og fyrrverandi næmingur á Klaksvíkar HF-skeiði og fyrrverandi søgulærari á Kambsdali), frá um Rusland, Nato og kríggið í Ukraina.
- At enda greiddi Sigurd Christiansen, Phd. í evnafrøði, frá, ‘hvussu havið ávirkar skíggini’. Her fingu vit innlit í gransking um, hvussu væta úr sjónum – sjósirm – ger skíggj og harvið ávirkar veðurlagið. Økt fatan av, hvussu ørsmáu vætubitlarnir í luftini uppføra seg, gevur økta vitan um veðurlagið.
Nógvir flokkar vóru komnir at lurta eftir øllum ella onkrum av áhugaverdu fyrilestrunum.
Deil á Facebook