Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.12.2022 14:04

Virðispolitikkur er eisini virðismikil politikkur (Løgtingsval 2022)

Mynd: Aksel Kambsskarð Berg

Lesarabræv

“Tað er siðvenja, at man atkvøður eftir egnari sannføring í etiskum málum”. Tað er ein linja, ið eg havi hoyrt nógva ferðir. Men hvar kemur hon frá?

Mín observatión frá ymiskum øðrum londum er annars tann, at flokkar í størsta mun standa saman um etisk mál, og atkvøða eftir einari flokspolitiskari linju, eins og man ger í øðrum málum.

Floksdisciplinin í Føroyum er tó alvorliga avmarkað. Hvørja ferð eitt etiskt mál kemur upp, so tykjast tinglimir í ymiskum flokkum at leypa hvønn sín veg. Somu tinglimir duga tó væl at standa saman um fíggjarpolitikk, fiskivinnuna, sosialpolitikk og nógv annað – serliga tá man er í samgongusamstarvi.

Okkara valskipan er skipað soleiðis, at vit fyrst og fremst velja ein flokk á Tingið. Tá veljarin setur sín kross við ein flokk, so hevur hann vónir um, at flokkurin hevur nakrar politiskar linjur, ið stuðla hansara sjónarmiði. Tað sum vit tó síggja er, at flokkarnir í Føroyum nokta at melda út, hvar teir standa í etiskum málum. Tískil er tað púra tilvild, hvat veljarin endar við at fáa frá flokkinum, ið hann hevur valt.

Hví góðtakur man hetta?

Tað tykist sum um, at etisk mál ikki skulu javnsetast við onnur politisk mál. Kanska eru tey ikki líka álvarslig ella líka týdningarmikil fyri borgarin?

Mínar royndir frá politikki og ungdómspolitikki vísa tó, at tað nemliga eru tey etisku málini, ið ofta fylla nógv. Tað eru fá onnur mál – um yvirhøvur nøkur – ið fáa fólk at mobilisera seg á sosialum miðlum og flokkast rundanum Løgtingið.

Tí taki eg synd í tí veljarinum, ið ferð aftaná ferð verður snýttur av flokkinum hjá sær, tá tinglimirnir snara til vinstru ella høgru, soleiðis sum tíðarrákið einaferð blæsir.

Veljarin hevur uppiborið, at flokkarnir í Føroyum vísa sín veruliga lit og hava virðing fyri, at etisk mál sanniliga eru týdningarmikil fyri borgarunum – og at fjølmiðlarnir krevja tað sama.

Tað er bara Miðflokkurin sum torur at melda greitt út, hvar vit standa í etiskum málum. Við okkum noyðist tú ongantíð at ivast – tú veist hvønn politikk tú fært!

Aksel Kambsskarð Berg

Valevni

Miðflokkurin