Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2025 14:21

Virðið á útfluttum makreli vaksið meira enn 1,1 milliard krónur

Mynd: Hagstovan

Hagstovan

Samlað varð útflutt fyri 13,3 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá oktober 2024 til september 2025. Tað er nærum 1,4 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið. Útflutningsvirðið av makreli er somuleiðis vaksið við meiri enn 1,1 milliard krónum.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin við nærum 1,1 milliard krónum, ella nærum 10 prosentum. Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum veksur, meðan útflutningsvirðið á laksi, fóðri, lýsi og fiskamjøli er lakari. Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er samanlagt minkaður við 522 milliónum krónum. 

Útflutningsvirðið á laksi minkaði 273,4 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Samanborið við seinasta 12-mánaðarskeiðið minkaði samlaða útflutningsvirðið við 4,5 prosentum, meðan nøgdin vaks 11,8 prosent. Hetta svarar til at prísurin er lækkaður 15 prosent.

Útflutningsvirðið á makreli er vaksið yvir 1,1 milliard krónur, ella 131 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin 67 prosent. 

Les greinina her

Spjaldur