Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.10.2022 10:14

Vinnudagurin verður aftur 29. september 2023

Mynd: Vinnuhúsið

Næsta ár verður árligi Vinnudagurin sum vant seinasta fríggjadag í september. Tað vil siga, at 29. september 2023 hittist vinnan aftur.

Á Vinnudegnum hittast vinnulívsfólk fyri at skifta orð og knýta sambond, umframt at ymsir fyrilestrar eru á skránni.

Eitt hæddarpunkt er eisini, at árins Vinnuátak og Ársins Virkið verða vald.

Á Vinnudegnum hesaferð varð TROM valt sum ársins Vinnuátak. Les meira um grundgevingarnar hjá dómsnevndini her.

P/F SMS varð kosið Ársins Virkið. Les grundgevingarnar hjá dómsnevndini her.