Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2024 08:30

Vinnudagur 2024: Frásøgn og myndir

Mynd: Eiðis Kommuna

Eiðis Kommuna

Fríggjadagin 30. august var skipa fyri vinnudegi í Eiðis kommunu. Hólmahúsið var karmur um hendan dagin, og byrjað var á middegi við einum góðum bita. Eftir hetta var fyrilestur við Reimundi Laangaard á skránni. Fyrilesturin snúði seg um samkifti og marknaðarføring, og kom Reimund við fleiri gullkornum hesum viðvíkjandi.

Eftir at almenni parturin av skránni var liðugur, fingu luttakarar møguleikan at práta sína millum, koma við hugskotum til kommunua, og annars at viðgera fyrilesturin sínamillum. Hetta er fyrstu fer, at ein slíkur dagur er settur á skrá í kommununi og eftir ætlan verður talan um eitt afturvendandi tiltak.

Myndir: Eiðis Kommuna