Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.07.2025 14:17

-Vinnan heldur lív í kommununi

Borgarstjórin eygleiðir vinnulívið í kommununi (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Eldra- og barnaansingarøkið er vorðin kommununi ein fíggjarlig byrða 

Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu sigur við Eysturoyarportalin, nú ársrokniskapurin hjá kommununi fyri 2024 fyriliggur, at vinnan er hon sum heldur lív í kommunini, tá tað kemur til íløgur.

-Uttan inntøkurnar hjá sterka vinnulívinum í kommununi, so hevði tað ikki sæð so gott út fíggjarliga, sigur hann. 

Hetta sigur hann, eftir, at tað er staðfest, at samlaðu inntøkurnar fyri 2024 hjá kommununi vóru væl hægri enn roknað varð við frammanundan.

-Tað hevur ikki altíð sæð so ljósareytt út. Fuglafjarðar kommuna hevur stríðst við fíggjarligar avbjóðingar, serliga árini 2021 og 2022. Men nú eru vit komin væl áleiðis og hava goldið nógva skuld niður.

Tá ið Dávur Juul setti seg í borgarstjórasessin tann 1. januar 2021 var skuldin væl omanfyri eina álíkning. Í dag er hon komin niður á ½ álíkning. 

Ein kommuna má ikki skylda meira enn eina skattaálíkning, sum er lógarásett til 23% + tað í verður afturborið frá landinum fyri eldraøki.

Størsta orsøkin til góðu gongdina er, sambært Dávuri Juul, tey góðu partafelagsskattaárini 2022, 2023 og 2024, har inntøkurnar vóru væl hægri enn vænta. 

Samlað hesi 3 árini vóru partafelagsskattainntøkurnar 64,1 mió.

-Um sterka vinnulívið, við sínum partafelagsskattainntøkum og øðrum inntøkum, so sum frá havnini, ikki var í Fuglafjarðar kommunu, so sá svart út í kommunukassanum, sigur hann. 

Inntøkan frá Fuglafjarðar Havn hesi 4 árini hevur givið netto áleið 9,3 mió í meðal í kommunukassan.

Sosialu økini tyngja mest kommunukassan

Í 2024 kostaði Øki 2 “Almenna- og heilsumál”  kommununi 32,6 mió. Meðan Øki 3 “Børn og ung” kostaði kommununi 24,6 mió. Samlað er hettar 48 % av samlaðari fíggjarætlan uppá 117,7 mió, í kr, og svarar hettar til 57,2 mió.

Eldraøkið í Fuglafjarðar kommunu kostaði í 2024 kommununi brutto í rakstri 23,5 mió og netto 2,7 mió, munurin í millum brutto og netto verður afturborin frá landinum. 

Eldraøkið verður á mannamunni kallað “Eldrabyrðan”, og verður søgd at tyngja kommunurnar í Føroyum meira enn gott er.

Men Dávur Juul er tó ikki heilt samdur í hesi útsøgnini, hóast tað er eyðsæð, at tað er tungt hjá kommununum at rekað hetta økið, nú fleiri og fleiri føroyingar gerast eldri. Og afturbering frá landinum ikki kemur at økjast so nógv komandi árini, nú tá ið eftirlønar % inngjaldið ikki kemur at hækka meira. 

Stórar íløgur liggja eisini fyri framman á eldraøkinum fyri at nøkta framtíðartørvin

-Ein postur, ella eitt økið, sum er heilt gloymt í øllum roknistykkinum hjá búskaparfrøðingum og serfrøðingum sum heild, er barna-og ansingarøkið. 

-Hetta er so nógv tann dýrasti posturin hjá Fuglafjarðar kommunu, sigur borgarstjórin.

-Í Fuglafjarðar kommunu kostaði hetta økið 22 mió netto í 2024. Tað er nærum fjórða hvør skattakróna sum kommunan fær inn í lønarskatti.

Og har er eingin afturbering frá landinum, sum tað er í eldraøkinum.

Hann sigur, at um hugt verður eftir tølinum, so er eitt nú lønarútreiðslan í ansingarøkinum nærum tvífalda síðani 2015 til 2024. Also í 10 ár. Tað er farið frá 11,3 mió, uppá á heilar 19,3 mió.

Hetta, hóast talið á barnagarðsplássum nærum er óbroytt hesi 10 árini.

-Heili 87% av lønarskattainntøkunum hjá kommununi fara til lønir. Og har eigur eldraøkið 22% og ansingarøkið 24%. 

Hann heldur, at nú má nýhugsan til á hesum báðum økjunum. Annars endar galið hjá kommunum.

Nógv blívur tosa um “eldrabyrðuna

Um vit hyggja eftir tí í vit gjalda til eldraøkið Nánd, er hettar 88.000 kr/ár fyri hvønn íbúgva yvir 67 ár.

Barnaansingarøkið kostar áleið 129.000 kr/ár fyri hvørt barni undir 8 ár.

-Hetta verður ofta ikki tikið uppá tungu, um hvussu nógv tað kostar kommununum og landinum. Og ei heldur, hvat avkast hendan “íløgan” í tey ungu gevur, bæði í kommunu-og landskassan uppá sikt.

-Eg veit gott at børnini er framtíðin, men tey eldru í dag hava eisini tænt fyri seg, tí haldi eg tað er skeivt, at tosa um tey eldru, sum eina byrðu.

Búskaparráðið kemur javnan við ávaringum um at kostnaðurin av eldraøkinum, og at nú má okkurt gerast, fyri at tálma hesum.

Einki verður tó nevnt um kostnaðin, tey fyrstu árini í lívinum hjá borgarunum, áðrenn ein kemur á arbeiðsmarknaðin, at hesin posturin eisini økjist.

Um vit hyggja eftir teimun seinastu 10 árunum, 2015 til 2024, hjá Fuglafjarðar kommunu, á eldraøkinum, er rakstrarútreiðslurnar hækkaðar við 9 mió.

Sama tíðarskeið eru rakstrarútreiðslurnar fyri barnaansingarøkið hækka við 10,1 mió. Hvørki á ansingar- ella eldraøkinum eru ansingarpláss komin afturat.

-Tí kundi tað verið áhugavert, at fingið at vita frá fólki sum hava skili fyri hesum, búskaparfrøðingum og serfrøðingum, um tey kundu greitt okkum frá og komið við einum roknistykkið, sum segði hvat hesir bólkar skulu forvinna í lívsinntøku, áðrenn tey byrja at geva aftur til land og kommunur.

Vit skulla eisini hava í huga, at ein partur av tí yngra ættarliðnum, sum fer at lesa uttanlands, ongantíð kemur aftur til landið.

-Spennið frá fyrr, tá ið fólk byrjarðu at arbeiða tá tey vóru 14-16 ára gomul og til tey gjørdust umleið 60-70 ár, ella til tey ikki orkaðu meira, er nú smalka heilt nógv. 

Nú byrja nógv ikki at arbeiða fullatíð fyri enn tey eru umleið 25-30 ára gomul og fram til pensjónsaldur sum í løtuni er 67 ½ ár. 

-Bara fyri at taka eitt dømi. Fyrr var púra vanligt, at 14 ára gamlir dreingir fóru til skips og arbeiddu síðani alt sítt lív. Teir góvu eitt positivt avkast inn í kommunu-og landskassan. Og sera sjálvdan kostaðu teir samfelagnum nakað sum helst í stuðli, tænastuveitingum ella øðrum.

-Hetta er tann vælferðin sum vit liva uppá í dag, hóast tað arbeiddi teir løgdu fyri dagin, nú er um at kámast burtur.

Dávur Juul er eisini stúrin um ungdómin sum heild. Hann sigur, at tað eru fleiri og fleiri sum koma út úr fólkaskúlanum, sum ikki duga tað handaliga arbeiðið og tað er spell.

-Hettar er ein ógvuliga umráðandi bólkur, at halda inntaktan, í einum landi sum Føroyum, heldur hann.

-Fyrr gingu vit, frá morgni til myrkurs, aftaná teimum eldru og lærdu um lívið og um arbeiðið. Vit sluppu inn á byggipláss, verkstøð, fiskavirkir og onnur virkir. Vit fingu loyvi til at luttaka í arbeiðinum. Í dag er hurðarnar læstar fyri øllum óviðkomandi, hettar er synd, um tú spyrt meg.

Av tí sama, so detta ofta nøkur børn niðurímillum og verða ikki loftaði orduliga, heldur hann. 

Eitt skeikla samfelag

Hann harmast, at vinnan og vinnulívið ofta fær nógv ljót orð oman yvir seg, hóast tað er hon sum gevur kommunu- og landskassanum stórar og munagóðar inntøkur. Nakað sum øll kunnu njóta gott av, og sum gevur borgarunum eina góða vælferð, sigur hann.

Eitt annað sum hann als ikki skilir, eru tey sum siga, at arbeiðsvikan nú skal styttast. Men at tey allíkavæl skulu hava hægri løn. 

-Hetta hongur slett ikki saman í mínari verð. Hvør skal rinda og hvar skulu pengarnnir koma frá?

Teir kunna bara koma frá einum stað og tað er príshækkan á vørur, tænastur, hús o.a.

Hann sigur, at tá ið hann var ungur, so var vanligt at mamman var heimagangandi, og passaði hús, mann og børn. Tað var einki stress og tað var samstundis meira friður á fólki. 

Hann heldur ikki, at hetta resið sum vit liva í í dag, tænir nøkrum. 

-Hvønn einasta gerandisdag byrjar morgunin við at gera barn/børn klár at fara á stovn/skúla.

Síðani verða børnini koyrd í skúla og barnaansing, fyri síðani at verða avheinta aftur seint seinnapartin. 

Síðani eru frítíðar- og áhugamál á skrá, og síðani er innkeyp á skránni, áðrenn døgðurin skal gerast. 

Tá døgurðin er etin, hava tey ein til tveir tímar saman við foreldrunum, meðan tey longu tá eru móð og troytt, áðrenn tey so skulu í song. 

-Og soleiðis koyrir myllan umaftur og umaftur. Dag eftir dag. Viku eftir viku. Og ár eftir ár.

Ja allar dagar í viku.

-Tað er heldur ikki so løgið, at børnini í dag eru meira rastleyst, kedd og óð enn fyrr. 

-Men er tað nakað galið við barninum? Er tað við samfelagsbygnaðinum hjá okkum sum ta heldur er galið við, spyr hann.

-Børnini sleppa jú ikki at ganga í fótasporunum hjá foreldrunum í dagligdegnum, og tað má síggjast aftur onkustaðni, heldur hann.

Hann heldur, at hesin trupuleikin er sera umráðandi at fáa loystan. Skjótt. 

Tí um ikki, so fer familjan og familjutráðurin at hokna undan fyrr ella seinni, og vit fara at missa okkum sjálvi vekk í øllum materiali-og stressmeldrinum, sum vit liva í í dag.

Ein loysn, heldur hann, er, at mammur/pápar eitt nú aftur fingu møguleikan at verið heima og uppalt síni egnu børn. Hettar kundi eisini verið viðvirkandi til, at burðartalið vaks.

-Tí haldi eg, at peningurin skal fylgja barninum, um vit skulu fáa bilbukt við ein part av hesum trupuleikanum. Nakað, sum eg havi verið heitur forsprákari fyri og nakað sum ein politiskur flokkur eisini hevur verið frammi við áður.

-Júst sum fyrr, áðrenn matrialisman fekk fastartøkur í okkum menniskjum. Áðrenn vit føldu okkum noydd at hava størstu húsini, fleiri bilar í túninum, ein gardinbát í bátahylinum, reisa 2-3 ferð um árið í heitari lond osv.

Hann heldur, at kommunan, ella landið, skuldi bjóða øllum teimum mammum/pápum sum ynskja tað, møguleikan, at verið heima við sínum børnum við einum stuðli/løn ella at deilan av inntøku.

Hann heldur, at tað hevði lætt um fíggjarliga, bæði hjá kommunum og landinum. Samstundis, sum at tann natúrliga gongdin, við at mamman/pápin passaði síni egnu børn, aftur fekk fyrstu raðfesting.

-Høvdu vit ikki fingið eitt nógv betri samfelag, og tey børn sum ikki maktaðu at verða á stovni, fingu ein betri gerandisdagu, spyr hann.

Eitt annað, kanska óbeinleiðis, er sáttmálasamráðingar og sáttmálar hjá ymsu fakfeløgunum.

Hann heldur, at hátturin samráðst verður við í dag, er heilt skeivur og als ikki hóskandi.

Hann skilir ikki, at tað verður samráðst í prosentum ístaðin fyri í krónum.

Sum hann sigur, so er tað er stórur munur á einum sum fær 4% í lønarhækkan og forvinnur 70.000 kr um mánaðin. Og einum sum fær 4% í lønarhækkan og forvinnur 30.000 um mánaðin.

-Tí mugu vit aftur til at samráðast í krónum og oyrum, soleiðis at gjógvin ímillum hálønt og láglønt, faklærd og ófaklærd, ikki skal gerast so stór, at tað ongantíð vendist aftur. 

-Hetta er ein skrúva uttan enda. Og tað endar galið einaferð. Nokk fyrr, heldur enn seinni, sigur hann.

Tað skýnir ígjøgnum, at Dávur heldur, at nógv var betur og skynsamari fyrr, enn tað er í dag. 

Hann nevnir millum eitt annað, sum er eisini er nógv broytt seinastu 20-30 árini. Handilsmynstri.

-Fyrr vóru handlar stongdir sunnu-og heilidagar. Bensinstøðir høvdu opið eftirmiddag, meðan strongt var sunnudag og heilidagar. Soleiðis er ikki longur. Nú er mestsum opið altíð, alt døgnið.

Fyrr var eisini vanligt at handlarnir stongdu kl. 17:30 gerandisdagar og kl. 12 leygardagar.

Um tað er opið til kl 17:30 ella 22:00 er líkamikið. Vit keypa ikki meira inn fyri tað. Men handilin fær eina eyka útreiðslu, sum má leggjast omaná vøruna.

-Tað var meira ró á øllum fyrr. Tú visti nær tað var opið og tú visti hvat tú hevði brúk fyri. Tú tillagaði teg eftir tí. 

-Handilsmynstrið er broytt grundleggjandi, til tað verra, um tú spyrt meg. Og fólkið er av tí sama blivið minni sjálvbjargið. 

-Vit eru blivin eitt samfelag, har vit heldur spyrja; hvat kann kommunan ella landið gera fyri okkum. Ístaðin fyri at spyrja; hvat vit kunnu gera fyri kommununa, landið, felagsskapin ella okkara granna/næsta.

-Nú standa vit bara og bíða og biða um alt, og vænta at onnur skulu gjalda, sigur hann.

Grannakommunurnar áttu at lagt saman

Dávur Juul er ein av teimum, sum heldur at grannakommunurnar, Fuglafjarðar-og Eysturkommuna átta at lagt saman, í eina stóra felagskommunu.

Hann sigur, at við tí sterka vinnulívinum sum longu er í báðum kommunum, so hevði hetta økið í Eysturoynni verið eitt maktsentur av teimum heilt stóru. Hevði nokk verið tað størsta í landinum.

Hann heldur, at Kambsdalur ella inna Varmakeldueið (gøtuhagi) er eitt upplagt økið hjá kommunum báðum at samlast og byggja víðari á eitt komandi samstarv.

Hann heldur, at fótbóltsfeløguni skuldu lagt saman. Og vísir á, at eitt stórt felags ítróttarleikvøllur skuldi verið bygdur innan Varmakeldueið, samstudis sum felags skúli, svimjihøll og eldrasambýli og annað, eisini skuldi verið staðsett har.

-Tað er líkamikið um tað verur bygt innanfyri ella uttanfyri við Marknaá, sum er uttanfyri bygningin hjá Vistir og LM.  

-Tað er bert talan um tíð, so eru kommunurnar samanlagdar, um tú spyrt meg. Tað sama verður eisini við ítróttar- og frítíðarfeløgunum.

Hann lyftir eisini lokið eitt sindur, um eitt komandi samstarv millum kommunurnar báðar, viðvíkjandi einum felags stór-eldrasambýlið. 

-Ein tilgongd er longu farin í gongd, og hugt verður nú nærri eftir langtíðartørvinum í økinum og einari møguligari staðseting.

Sum hann sigur (smílandi), so kundi eitt tílíkt eldrasambýlið verið bygt á Varmakeldueiði (í Eysturkommunu), soleiðis at tey fólkini sum koma úr Fuglafirði, vendu inn móti Fuglafirði, gøtufólk vendu út móti Gøtuvík, og leirvíkingar sluppu at hyggja norður í gjøgnum Djúpuni. 

-Ein win-win støða á øllum parametrum, sigur hann og smílist.

Hann heldur, at ístaðin fyri allar hesar dubult funktiónirnar, so tætt við hvørja aðra, samstundis at milliónir verða brúktar uppá júst tað sama, so sum ítróttarhús, FIFA góðkendar leikvøllir, so var hetta nógv betur og skynsamari fyri okkara borgarar og teirra skattakrónur.

Hann nevnir sum dømi, at Fuglafjarðar kommuna hevur bygt eitt ítróttarhús fyri +30 mió í Fløtugerði i Fuglafirði. Um somu tíð, hevur Eysturkommuna bygt eitt ítróttarhús í Sarpugerði í Norðragøtu har kostnaðurin er áleið tann sami ella meira.

Also +60 mió tilsamans av skattaborgarans krónum. Einar 10-15 mió skulu afturat í Fløtugerð, áðrenn FSF góðtekur vøllin til fyrstu- og Betrideildar dystir.

-Um vit vóru ein stór eind, so høvdu vit møguleikan at gjørt nógv fleiri, størri og betri íløgur og verið ein av størstu kommunum í landinum, sigur hann.

Sum ein stjóri, í eini av teimun stóru føroyskari fyritøkum (henda fyritøka liggur ikki í Fuglafirði) segði á einum fyrilestri hann var til:

 “Vælferðar-kraftsentri í Føroyum liggur í Fuglafirði”. Tað sigur ikki so lítið.

Stillar ikki uppaftur

-Hetta er mítt síðsta skeið í kommunalpolitikki. Tað liggur rimmar fast og er avgerðin tikin fyri langari tíð síðani, sigur hann.

Hann váttar sostatt, at hann ikki stillar uppaftur til komandi kommunuval, sum verður í 2028. 

Hann sigur, at hann ætlaði ikki at stillar uppaftur til valið í fjør, men føldi at hann enn hevði nakað at geva kommununi og valdi tí at stilla uppaftur.

Hann sigur, at um lív og heilsa verður, so verður hann 71 ár, tá ið næsta kommunuval verður, og tá er tíð at gevast og lova øðrum yngri kreftum framat at stýra kommununi fram á leið.

Og til endans vil hann ynskja øllum, bæði nær og fjar, eina góða Varmakeldu!