Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.09.2025 08:24

Vinafelagið Føroyar – Ísrael í Finsens í kvøld

Vinafelagið Føroyar – Ísrael bjóðar í kvøld tann 18. september kl. 19:00 til fyrileystrar í Finsen í Tórshavn.

Umboð frá Jewish Agency, sum arbeiðir við neyðhjálp til familjur raktar eru av yvirgangsatsóknum, koma at leggja fram.

Raz, hevur starvast í felagsskapinum yvir 17 ár og hon er leiðari á “Victims Fund of Terror”, sum veitir bráðfeingis- og langtíðar stuðul til einstaklingar og familjur, raktar av yvirgangi.

Fyrileysturin lýsir arbeiðið á staðnum og skipanina kring neyðhjálp og stuðul.

Tiltakið er skipað í samstarvi við Keren Hayesod, sum Vinafelagið Føroyar – Ísrael hevur samstarvað við í nærum 20 ár.

Øll sum hava eitt hjarta fyri Ísrael eru vælkomin at luttaka og fáa innlit í skipanirnar, sum verða nýttar í arbeiðinum.

Løgreglan tryggjar øki, soleiðis at fólk kunnu trygt koma og fara!

Vinafelagið Føroyar-Ísrael