Birkblog
Við nýggjastu bókini “Food from the Sea: The Future of Seafood” er hetlendski rithøvundurin og ráðgevin í fiskivinnumálum, John Goodlad, í hesum døgum í Føroyum við dótturini, Hannah Mary Goodlad, sum stillar upp fyri the Scottish National Party til skotska parlamentsvalið í mai. John Goodlad helt fast um, at vilt tú bjarga heimsins svongu munnum í 2050, tá 11 milliardir verða at metta, eigur tú at eta fisk, sum er veiddur á burðardyggan hátt. Fyrsta bókin hjá Goodlad var “The Cod Hunters” í 2018, “The Salt Roads: How Fish Made a Culture” í 2022, “Saltleiðirnar – hvussu fiskur skapti eina mentan”, sum Regin av Steinum týddi og Sprotin gav út í fjør. Nýggjasta bókin er “Food from the Sea: The Future of Seafood”, sum kom í summar. Nú fer hann at arbeiða við samstarvinum millum Hetland og Føroyar, tá mongu hetlandssluppirnar vóru her og fiskaðu. Seinasta hetlandssluppin, sum fiskaði undir Føroyum, var William Martin. Tað var í 1908.
Les meira her: https://birkblog.blogspot.com/…/vilt-tu-bjarga-heiminum…
