Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.01.2023 22:00

Víkingur vann venjingardystin á Dungasandi

Mynd: Víkingur (Ingi Jonhardson skeyt 2 av málinum í kvøld)

Víkingur var í kvøld á vitjan í Sørvági, har 07 Vestur tók ímóti. Hetta var ein dystur í VFF Cup, sum eftir ætlan skuldi verið leiktur 17. januar, men var útsettur vegna kava.

Víkingur vann dystin 3-2. Málskjúttar vóru Ingi Jonhardson (2) og Olaf Bárðason. Onkrir av ungu leikarunum sluppu at royna seg, so sum Árni Nóa Atlason, sum leikti mitt á miðuni, saman við Geza Turi.

 Eiler Fróðason skoraði bæði málini fyri 07 Vestur.

Liðið hjá Víkingi: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Olaf Bárðason, Geza Turi, Árni Nóa Atlason, Ingi Jonhardson – Finnur Justinussen, Andreas L. Olsen

Seinni komu hesir inn: Martin Klein og Páll Eirik Djurhuus