Mynd. Álvur Haraldsen
Víkingur helt fast um 2.plássi, eftir at teir í gjár vunnu ein 2-0 sigur í Sarpugerði móti botnliðnum Skála.
Tey sum hildu, at tað fór at verða ein lættur dystur, fóru skeiv. Sjálvt um stórur munur var á liðunum á stigatalvuni, so sást tað ikki aftur á vøllinum. Skála gav heimamonnunum dygga mótstøðu, og komu teir eisini til nakrar vandamiklar støður. Men tann størsta var, tá Alex Troleis dømdi brotsspark til Skálamenn eftir at ein skálaleikari, bleiv sparkaður í høvdið inni í brotsteiginum. Brotssparkið tók Uros Stojanov sær av, men ólukkutíð fyri hann og Skála so fór skotið langt omanfyri.
Annars var tað Martin Klein Joensen, sum legði heimaliðið á odda, tá 23 minuttir vór farnir. Hetta var 6 málið hjá Martin í teimum seinastu 5 dystinum. Í yvirtíðini var tað málrevurin sjálvur, Finnur Justinussen sum økti og sløkti til 2-0. Ein dystur sum ikki var so ójavnur sum ein kundi rokna við. Men sum koppaði til favorittarnir, sum so mangan fyrr.
Víkingur liggur á einum 2.plássi við 49 stigum, meðan Skála liggur á 10 og aftasta plássi við einans 8 stigum. Bæði hava leikt 20 dystir.
Deil á Facebook