Í gjár var lutakast um hvørjum Víkingur skal møta í Conference League.
Tað endaði við, at Víkingur skal møta vinnaranum av dystinum millum Zalgiris Kaunas úr Litava og Linfield FC úr Norðurírlandi.
Væntandi spælir Víkingur heima 7. august og úti 14. august. Heimadysturin verður leiktur á Tórsvølli.
