Gunnar Vatnhamar var aftur millum teir fyrstu 11, tá ið Víkingur Reykjavík í gjár var á vitjan í Hafnarfirði hjá FH.
FH Hafnarfjørður, við fyrrverandi HB venjarinum, Heimur Gudjónsson við róðrið, tók leiðsluna beinanvegin í dystinum, tá ið Kjartan Henry Finnbogason skoraði longu í 3. minutti.
Men oddaliðið fekk vent dystinum og tá ið liðini fóru til hálvleiks var støðan 2-1 til útiliðið úr Reykjavík. Í seinna hálvleiki kom bert tað eina málið, og tað skeyt eisini Víkingur Reykjavík, sum sostatt vann til endans ein tryggan 3-1 útisigur á Kaplakrikavöllur.
Gunnar Vatnhamar leikti allan dystin fyri oddaliðið.
Víkingur Reykjavík er oddalið við 47 stigur, meðan Valur er á 2. plássið við 41 stigum. Bæði liðini hava leikt 18 dystir.
Næsta uppgáva hjá Víkingur Reykjavík er sunnudagin 13. august, tá ið HK kemur á vitjan.