Í gjárskvøldið leikti Víkingur Reykjavík á útivølli grannauppgerð móti KR.
Víkingur Reykjavík og Gunnar Vatnhamar, skuldu reisa seg aftur eftir vónbrotið hóskvøldið, tá ið Víkingur gjørdust júst ov stuttir og vóru sendir út úr Evropa League av FC Riga.
Gunnar Vatnhamar var sum vant við frá byrjan, tá ið teir vunnu ein týdningarmiklan 2-1 sigur, og halda enn eina fjarstøðu á 6 stig niður til Valur, sum liggur á 2. plássið.
Komandi uppgáva hjá Víkingur Reykjavík er komandi sunnudag, tá ið ÍBV kemur á vitjan.