Grannauppgerðin millum formsterkastu liðini í Meistaradeildini hjá monnum í løtuni, Víking og NSÍ, endaði við 3-3 javnleikið í Sarpugerði í kvøld.
Málini hjá heimaliðnum skutu Aron Benjaminsen, Sølvi Vatnhamar og Jørgin Nielsen, meðan hjá útiliðnum vóru tað Aron Knudsen, Petur Knudsen og Tobias Hestad sum skutu málini.
Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo




























































