Mynd: Finnur Justinussen
Á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Norðurlandahúsinum, sum ÍSF skipaði fyri í kvøld, vann felagsliðið Víkingur úr Eysturkommunu tann stóra heiðurin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022.
Felagsliðið, sum júst í dag 4. februar 2008, fekk sítt núverandi navn “Víkingur”, hátíðarhelt eisini 15 ára stovningardag fyrr í ár. Sostatt longu eitt hendingaríkt ár hjá felaganum, sum jú eisini vann steypakappingina hjá monnum seint síðsta ár.
Formaðurin hjá Víkingi, Brandur Jacobsen, kundi ikki verða til staðar at taka ímóti heiðurinum, tí hann er staddur uttanlanda, men í staðin var tað samskiparin hjá felaganum, Arndis Joensen, sum tók ímóti. Umframt sjálvan heiðurin fekk Víkingur eisini eina peningaupphædd á 15.000 krónur.
Eysturoyarportalurin hevur fingið fatur á formanninum Brandi Jacobsen, sum í stuttari viðmerking sigur; Formaðurin er eyðmjúkur um ta virðing Víkingur hevur fingið við hesum heiðrinum og at heiðurin eiga øll tey mongu, sum stríðast fyri at fáa felagsskapin at virka. Felagið hevur allatíðina, líka síðani felagið gjørdist veruleiki, lagt stóran dent á felagsskapin og at styrkja hann allatíðina.
Eysturoyarportalurin vil hervið ynskja Víkingi hjartaliga tillukku.
Deil á Facebook