Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen
Trý feløg eru innstillað til heiðurin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022, sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Norðurlandahúsinum tann 4. februar. Eitt av hesum feløgum er fótbóltsfelagið Víkingur úr Eysturkommunu, sum nýliga fylti 15 ár.
Við Eysturoyarportalin sigur formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, at tað er sjálvandi ein heiður at felagið er í uppskoti til slíkan heiður. Felagið hevur allatíðina, líka síðani felagið gjørdist veruleiki, lagt stóran dent á felagsskapin og at styrkja hann allatíðina. Tað er eisini ein reyður tráður gjøgnum alt felagið, at felagsskapurin er límið, sum heldur øllum saman. Hann leggur afturat, at viðmerkingin til innstillingina sum ÍSF hevur um felagið, er eisini nakað sum hann kann standa inn fyri.
Brandur Jacobsen sigur eisini, at løtan tá Sølvi Vatnhamar skoraði á Tórsvølli í steypafinaluni í heyst og tann felagskenslan sum sigurin tá gav, er nokk tann kenslan sum øll úr Eysturkommunu elska mest og er so sanniliga eisini við til, at styrka felagsskapin enn meira.
Nú er eingin heiður vunnin enn, men sum sagt, so er tað ein heiður bert at verða í uppskoti, men eisini eitt herðaklapp til øll í felagsskapinum, sum gera eitt framúr arbeiði fyri felagið, sigur Brandur Jacobsen at enda.
Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022 eina peningaupphædd á 15.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 04. februar kl. 20:00.
