Myndir: JÓK/Eysturoyarportalurin
Víkingur, eitt av føroya bestu steypaliðum í nýggjari tíð, spældi seg enn einaferð í steypafinaluna í Løgmanssteypinum, tá teir í kvøld vunnu í seinni hálvfinaluni 1-0 á HB á Tórsvølli. Samlaða úrslitið gjørdist tí 3-2 til liðið úr Eysturkommunu.
Einsamalla málið skeyt Andreas Lava Olsen í 38 minutti, tá hann stútaði bóltin í netið eftir innlegg úr høgru frá superveterianinum Sølva Vatnhamar.
Ultras fjeppararnir settu veruligan dám á dystur, sum teir eisini høvdu lovað undan dystinum, bæði við sangi og slagverki. Tað var tí ongantíð nakar ivi hvønn vann dystin uttanfyri vøllin.
Í hinari seinnu hálvfinaluni vann KÍ ein tryggan 4-0 sigur á 07 Vestur. Samlaða úrslitið gjørdist tí 6-2 til KÍ.
Steypafinalan, sum verður millum Víking og KÍ verður leikt tann 29. oktober á Tórsvølli. Ein spennandi finala, sum kann væntast at samla sera nógvar áskoðarar á Tórsvøll frá báðum liðum.
Sí myndir frá dystinum her:













