Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.02.2023 00:03

Víkingur í “Klaksvíksfinaluni”

Mynd: Skíggjamynd

Hálvfinalurnar í Klaksvíkskappingini vóru leiktar, í nógvum regni og vindi, í kvøld við Djúpumýru.

KÍ vann, ikki óvænta, 4-1 ímóti 07 Vestur, meðan hin dysturin millum Víking og B36 var meira spennandi og endaði 1-1, og mátti tí avgerðast við brotssparkskapping.

Tað var annars Martin Klein, sum legði Víking á odda seint í fyrra hálvleiki eftir eina frálíka fríspæling frá Olaf Bárðasyni, men B36 svaraði aftur í seinna hálvleiki, tá Bjarki Nielsen javnaði. Fleiri mál komu ikki, og tí máttu brotsspørk til. Og her dróg Víkingur ta longra stráðið.

Vanlig leiktíð 1-1 (1-0), eingin longd leiktíð var spæld. Brotsspørk 2-0 til Víking
Fyri Víking skoraðu Aron Ellingsgaard og Poul Kallsberg, meðan David Geza Turi og Martin Joensen brendu.
B36 brendi øll síni fyrstu 4 brotsspørk

Liðið hjá Víkingi: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Bergur Gregersen, Ingi Jonhardsson – Poul Kallsberg, Arnbjørn Svensson, Geza Turi, Olaf Bárðason – Sølvi Vatnhamar, Martin Klein

Seinni komu hesir inn: Finnur Justinussen, Aron J. Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason, Ingi Arngrímsson, Signar á Brúnni og Páll Eirik Djurhuus.