Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.07.2024 12:23

Víkingur í Evropa: Víkingar hava fyrr gjørt ónáðir í Ghent 

Koninklijke Atletiek Associatie Gent. Eisini betri kent sum KAA Gent. Ella bara Gent.

Tað er heiti á felagnum sum nú stendur ímillum Víking og víðari luttøku í Conference League.

Felagið var stovnað í 1864 sum eitt fimleikafelag, meðan fótbóltsdeildin í felaganum var stovnað í 1900. Felagið gjørdist meistarar í Belgia fyri fyrstu ferð í 2015.

Felagið heldur til í býnum Ghent, sum er triðstørsti býur í Belgia, aftanfyri Brússel og Antwerpen. Og har búgva uml. 265.000 íbúgvar.

Nakað av føroyski arveind er eisini at hóma í felaganum. Ítróttarstjórin, íslendski Arnar Þór Viðarsson, er sonur Viðar Halldórsson, kenda formannin í FH Hafnafjørður, sum hevur ættarbond úr Føroyum.

Heimskendi fótbóltsleikarin Kevin De Bruyne, sum leikar fyri Manchester City, er føddur í Dongen, í útjaðarinum av Ghent í 1991. Og leikti hann fyri barnsdómsfelagi KAA Gent á ungum árum.

Til sjálva ríku søguna hjá býinum Ghent, so var býurin m.a. álopin og rændur av víkingum bæði í 851 og aftur í 879.

Í 1300 talinum var Ghent næststørsti býur í Evropa norðanfyri Alpurnar. Bert París var størri.

Ferðalagið við víkingahópinum fór úr Føroyum mánkvøldið, meðan eitt lítið ferðalag av víkingaáskoðarum fer úr Føroyum í dag beinleiðis til París, har síðani verður koyrt til Belgia. Eysturoyarportalurin er við á ferðini og fara vit at hava ymiskt tilfar úr víkingaleguni komandi dagarnar.

Víkingur spælir á Planet Group Arena (eisini nevnt Arteveldestadion) sum tekur 20.175 áskoðarar. Dysturin hóskvøldið byrjar kl. 19.00 føroyska tíð.

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:

Eysturkommuna

Stoyp Sp/f

TN Bygging