Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.07.2024 15:40

Víkingur í Evropa: Liepāja; býurin har vindurin verður føddur

Í kvøld byrjar evropæiska ævintýrið hjá Víkingi og íbúgvunum í Eysturkommunu.

Kl. 18.30 leggur víkingahópurin, saman við uml. 40 áskoðarum, leiðina úr Sarpugerði til Vágarnar, har síðani verður flogið beinleiðis til Letlands, har fyrri dysturin í fyrsta umfarið í Conference League skal leikast hóskvøldið 11. juli.

Dysturin skal leikast móti FK Liepāja, eitt lið sum hevur tapt fýra dystir á rað í hesum kappingarárinum og liggur í løtuni aftast í Virsliga, bestu deildini í Letlandi. Í vikuskiftinum tapti FK Liepāja heili 3-0 á heimavølli móti Rifa FC.

Býurin Liepāja, við sínum gott 67.000 íbúgvum er triðstørsti býurin í Letlandi. Bert Riga og Daugvapils eru størri.

Býurin liggur heilt úti við vesturstrondina, út ímóti Baltiska havinum og hevur fingið navnið “býurin har vindurin verður føddur“. Ein javnur vindur, sum er eitt serkennið við býnum og hevur Liepāja eisini fingið umdømið at verða vindharðasti býurin í landinum.

Í løtuni liggur hitin í Liepāja millum 21-22 stig við klárum himli, meðan onkran dagin kann væntast heilt upp í 28 hitastig. Á sjálvum dystardegnum, hósdagin, siga veðurforsøgninar tó 22 hitastig, yvirskýggja og regn.

Eysturoyarportalurin verður við á ferðini, til Letlands og fara vit at hava ymiskt tilfar úr víkingaleguni komandi dagarnar.

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:

Eysturkommuna

ETV Sp/f El-Talvuvirkið

Autolakkering

Stoyp Sp/f

TN Bygging

Kontek Sp/f

Víkingur