Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.07.2024 10:00

Víkingur í Evropa: Ein drúgv ferð (myndir)

Útlúgva og nakað moyr mundu fólk vera, tá klokkan í bussinum vísti 05.30 lokala og ferðalagið við leikarum og áskoðarum enduliga vóru komin uppá pláss í Liepāja í Letlandi.

Eftir ein langan flúgvutúr, beinleiðis úr Vágum til Riga, á áleið 2 tímar og 30 minuttir, so mundi busstúrin frá Riga til Liepāja tykjast nakað langur, eftir at hava koyrt í næstan 3 tímar eftir landavegum vestur gjøgnum landið.

Ferðalagið har áskoðarnir halda til kallast Hotel Amrita og liggur uml. 2 km frá strondini og stadion har leikt verður hósdagin. Meðan víkingaleikarini búgva eitt stutt petti frá, á Promenade Hotel.

Hitin liggur í dag um 21-22 hitastig og tað er klárur himmal. Fólk taka sær av løttum í dag, meðan víkingur hevur sína fyrstu venjing kl. 15.00 lokala tíð.

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:

Eysturkommuna

ETV – Sp/f El-Talvuvirkið

Autolakkering

Stoyp Sp/f

TN Bygging

Kontek Sp/f

Víkingur