Tíðliga í morgun settu uml. 40 svøvntungir víkingafjepparir kósini móti Íslandi.
Ferðalagið fór avstað við Atlantic Airways í morgun og kemur longu heimaftur fríggjamorgunin. Meðan eitt annað ferðalag við uml. 30 fjepparum longu fór til Íslands mánamorgunin, har víkingahópurin, venjaratoymið og nevnd eisini var við.
Fyri framman bíðar dysturin hjá Víkingi ímóti Stjarnan FC í Conference League sum verður leiktur kl. 19.00 hóskvøldið føroyska tíð.
Eysturoyarportalurin (Eyp.fo) er við á túrinum og fer at leggja ymiskt tilfar út komandi dagarnar.
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Coference League hava:
TN Bygging
Stórbilar
TJ Smíð
PRG
Sp/f Stoyp
P/F Varðin
