Mennirnir hjá Víkingi vandu í kvøld í Sarpugerði, sum samstundis eisini var seinasta venjingina áðrenn dystin í morgin móti Linfield FC.
Tapið ímóti Lincoln Red Imps hevur sviðið nakað seinastu vikurnar hjá teimum ljósabláu í Eysturkommunu. Men nú skal tað tapið onkursvegna vaskast vekk.
Mótstøðuliðið í morgin, norðurírska, Linfield FC, er á UEFA styrkislistanum styrkismett sum nr. 192, meðan Lincoln Red Imps er styrkismett sum nr. 155. Tískil skuldi møguleikarnir kanska verið eitt vet størri enn seinast.
Olaf Bárðarson hevur enn leikbann – í 2 evropeiskar dystir afturat. Meðan Bergur Gregersen enn er langtíðar skaddur. Annars eru mest sum allir mans tøkir til í morgin.
Í sambandi við útidystin hjá Víkingi móti Linfield FC Belfast í Norðurírlandi hósdagin 14. august skipar Víkingur fyri einum beinleiðis fjepparatúri til Belfast.
Leiguflogfarið fer úr Føroyum mánakvøldið 11. august og flogið verður heimaftur eftir dystin á Windsor Park hóskvøldið 14. august.
Fyrri dysturin móti Linfield FC verður leiktur á Tórsvølli í morgin 7. august og byrjar kl. 19.00 og verður tað bosniski dómarin Luka Bilbija sum floytar dystin í gongd.
Atgongumerkir til dystin kunnnu keypast á Atgongumerki.fo
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:
Eysturkommuna
Sp/F Stoyp
PRG
Form
TJ Smíð