Mennirnir hjá Víkingi høvdu í kvøld sína seinastu venjing áðrenn dystin móti Linfield FC í Conference League í annaðkvøld.
Vant var á sjálvum stadium Windsor Park, sum eisini er tjóðarleikvøllurin í Norðurírlandi.
Dysturin í morgin byrjar kl. 19.45 føroyska tíð.
Víkingur og Eysturkommuna skipað fyri at dysturin verður vístur á stórskýggja uttanfyri í Sarpugerði.
Kaffi og kaka verður at fáa frá kl 19.15 og dysturin sjálvur byrjar kl 19.45.
Alt er ókeypis og øll eru vælkomin.
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:
Eysturkommuna
Sp/F Stoyp
PRG
Form
TJ Smíð
TN Bygging