Tað verða Óla Kristian Skála Jacobsen og Gert Åge Hansen sum koma at standa á odda fyri víkingaliðnum á Windsor Park í morgin móti Linfield FC.
Tað er greitt eftir at høvuðsvenjarin, Jóhan Petur Poulsen, ikki er við á túrinum í Belfast.
28 ára gamli Óla Kristian Jacobsen hevur hetta kappingarárið staðið undir liðini á Jóhan Petur Poulsen, har hann hevur verið hjálparvenjari hjá besta liðið felagsins. Meðan hann eisini er høvuðsvenjari hjá U17 dreingjaliðnum í felagnum.
Fyrrverandi høgri bakkurin, Gert Hansen, hevur drúgvar royndir í Betri deildini við bæði EB/Streymi og Víkingi. Hann er eisini høvuðsvenjari hjá 1. deildarliðnum hjá Víkingi, sum í dag er ein klekingarmaskina til bestaliðið. Gert hevur eisini verið við til at vunnið 3 FM-heitið og 4 Løgmansfinalur.
Boða verður annars frá, at í samband við dystin í annaðkvøld, so skipa Víkingur og Eysturkommuna fyri at dysturin verður vístur á stórskýggja uttanfyri í Sarpugerði.
Kaffi og kaka verður at fáa frá kl 19.15 og dysturin sjálvur byrjar kl 19.45.
Øll eru hjartaliga vælkomin

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:
Eysturkommuna
Sp/F Stoyp
PRG
Form
TJ Smíð
TN Bygging