Tá ið dysturin millum Stjarnan FC og Víking í Conferece League verður leiktur seinni í dag, verður eitt nýtt andlit at síggja á síðulinjuni.
Atli Gregersen, sum í fjør valdi at seta gaggurnar á hillina eftir eina langa og drúgva yrkisleið, skal hendan dystin standa við høvuðsábyrgdini, nú høvuðsvenjarin, Jóhan Petur Poulsen ikki er við á ferðini til Íslands.
Avtala er gjørd, at hann bert hendan eina dystin skal standa á odda fyri liðnum úr Eysturkommunu. Eftir ætlan verður Jóhan Petur Poulsen aftur at síggja á síðulinjunni, tá ið liðini møtast í Klaksvík um eina viku.
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Coference League hava:
TN Bygging
Stórbilar
TJ Smíð
PRG
Sp/f Stoyp
P/F Varðin
