Ein av leikarunum í víkingahópinum, sum kennir eitt vet meira til íslendska mótstøðuliðið í morgin, Stjarnan FC, er veteranurin Kaj Leo í Bartalsstovu sum í nógv ár leikti í íslendskum fótbólti.
Afturi í 2017 skeyt hann vinnandi máliðí íslendsku hálvfinaluni móti júst Stjarnan FC, á Samsung völlinum, sum eisini leikt verður á í morgin. Meðan hann í 2022 eisini skoraði móti Stjarnan á sama vølli, tá fyri ÍA Akranes, í einum 2-2 javnleiki.
Eisini er venjarin hjá Stjarnan FC, Jón Þór Hauksson, ikki heilt ókendur hjá Kaj Leo, tí honum leikti hann undir fyri ÍA Akranes í 2022-23.
Sí málini niðanfyri
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Coference League hava:
TN Bygging
Stórbilar
TJ Smíð
PRG
Sp/f Stoyp
P/F Varðin
