Belfast, ella Béal Feirste á írsk gæliskum, er høvuðsstaðurin í Norðurírlandi og er næststørsti býur á grønu oynni. Bert høvuðsstaðin Dublin í Írlandi er størri og fólkaríkari.
Tað búgva áleið 350.000 fólk í Belfast. Býurin liggur úti til Norðsjógvin, sum er havið millum Bretlands og Danmarkar.
Belfast var í 1613 skrásettur sum ein enskur býur, tá ið Presbyterian, ein útgáva av protestantismu, kom til staðin og beit seg fastan har.
Býurin er ein smeltingarpottur millum katolikkar og protestantar. Millum írar og onglendingar. Sambands- og loysingarfólk.
Ófriður hevur seinastu 100 árini merkt lívið sera hjá fólkinum sum har búgva.
Seinastu árini hevur tó ein ávísur friður lagt seg yvir høvuðsstaðin, tó at ósemjurnar enn ulma ymsastaðni runt í býnum. Enn síggjast mørk og avmarkingar, sum deilir fólk og religión sundur.
Belfast er eisini býrurin sum hevur uppælt ein av evnaríkastu fótbóltsúrmælingum heimurin nakrantíð hevur sæð, nemliga karismatiska konufólkatølarin George Best.
Uppaldur í lokala fótbóltsfelagnum Cregagh Boys Club í Belfast. Men kanska best kendur fyri sína tíð í stórfelagnum Manchester United har hann varð við at vinna hópin av heiðrum bæði fyri felagið og sum einstakur leikari.
Hann doyði í 2005 og liggur jarðaður á Roselawn Cemetery kirkjugarðinum í eystur Belfast.
Belfast er eisini býurin sum er kendur fyri sína skipabygging. Heimskenda skipið RMS Titanic er bygt í Belfast.
Skipið varð bygt á skipasmiðjuni Harland & Wolff á havnalagnum í býnum. Arbeiðið byrjaði í 1909 og stóð skipið liðugt bygt á várið 1912.
Skipið, sum øllum kunnugt, fyrsta túrin longu í apríl 1912, rendi á eitt ísfjall og sakk í Atlantshavinum.
Onnur kend nøvn sum hava sínar røtur úr Belfast er m.a. heimskendi sangarin Van Morrison, fótbóltsleikarin Jonny Evens, og politarin og leiðarin av Sinn Féin, Gerry Adams.
Dysturin á Windsor Park í Belfast millum Linfield FC og Víking verður leiktur hóskvøldið 14. august.
Les: Ferðalagið hjá Víkingi fer av landinum í kvøld við leiguflogfarið til Belfast.
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:
Eysturkommuna
Sp/F Stoyp
PRG
Form
TJ Smíð
TN Bygging