Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.08.2025 01:20

Víkingur í Conference League: Brian Kerr: Víkingur hevur ein møguleika

Soleiðis sigur fyrrverandi føroyski A-landsliðsvenjarin, írin Brian Kerr, við Eysturoyarportalin undan dystinum hjá Víkingi, sum verður leiktur hóskvøldið á Tórsvølli móti norðurírska Linfield FC.

Hóast Brian Kerr er íri, og er føddur í Dublin, so hevur hann sterkar røtur til Norðurírlands. Foreldur hansara vóru bæði úr Belfast. Og fylgir hann væl við øllum fótbólti á “grønu oynni”.

Hann sigur, at hann var og hugdi eftir dystinum millum írska Shelbourna FC og Linfield FC í 1. umfarið av Champions League, sum varð leiktur í Dublin tann 9. juli í ár. 

Tann dystin vann írska Shelbourne FC fult uppiborið 1-0. Og vóru teir eisini nógv tað betra liðið hóast tepra sigurin. 

Seinni dysturin á Windsor Park í Norðurírlandi endaði 1-1 millum liðini, og fór Shelbourne FC tískil víðari í Champions League har teir síðani máttu lúta fyri Qarabag FK.

Linfield FC fór niður í Conference League, har teir taptu móti FK Zalgiris samanlagt 2-0.

Hann fylgir eisini væl við føroyskum fótbólti. Og fegnast hann um at KÍ hevur fingið sær eitt gott útgangsstøði til seinna dystin móti FC Neman Grodno. 

Samstundis frøddist hann almikið, tá ið NSÍ vann 4-0 á HJK Helsinki. Men var harmur um “kollapsið” í Finlandi.

Hann sigur, at nógvir írar fylgja væl við føroyskum fótbólti og frøðast, tá ið tað gongur føroysku liðunum og landsliðnum væl. Og hann heldur at áhugin kemur av, at tað nokk er av tí einføldu orsøk at hann einaferð í tíðini var føroyskur landsliðsvenjari.

Hann heldur, at í nógvar mátar líkjast írar og føroyingar nógv. Og kunnu tí kenna seg aftur í nógvum tingum hjá hvørjum øðrum.

Viðvíkjandi útlitinum hjá Víkingi at spæla seg víðari, sigur Brian Kerr, at hann heldur at Víkingur hevur ein møguleika í báðum dystunum. Bæði heima og úti. Tí so ræðandi eru meistararnir úr Norðurírlandi heldur ikki, sigur hann.

Hann sigur, at hóast vøllurin á Windsor Park er stórur, so verður leikvøllurin ikki nakað ræðandi stað at koma á hjá víkingunum, og verður tað langt frá fullsett av heimaáskoðarum.

Hann sigur eisini, at Linfield FC fylgir tí bretska kappingarleistinum, har kappingin ikki byrjar fyri enn nakrar vikur inn í august mánaða.

Og tað sást t.d. aftur, tá ið teir leiktu móti Shelborne FC í juli. Tískil eru teir ikki enn komnir í fulla dystarvenjing enn. Teir hava bert leikt venjingardystir og evropeiskar dystir.

Men hann leggur dent á, at at formurin verður munandi betraður til dystirnar sum nú koma.

Brian Kerr er í dag 72 ára gamal. Hann er enn sera virkin fótbóltsviðmerkjari á írsku rásunum og er enn eitt sera kent andlit í Írlandi.

Hann gjørdist føroyskur A-landsliðsvenjari tann 6. apríl í 2009. Áðrenn tað, var hann m.a. eisini írskur A-landsliðsvenjari.

Hann stóð við stýrisvølin minniliga 2-1 sigurin hjá Føroyum á Litava á Svangaskarði, 2-0 sigurin á Estlandi og eisini 1-1 javnleikin móti Norðurírlandi. 

Hann gavst sum landsliðsvenjari hjá Føroyum á heysti 2011, hóast hann fegin vildi hildi áfram, sigur hann.

Við Eysturoyarportalin sigur hann eisini, at hann saknar Føroyar og føroyingar, men heldur enn javnan samband við fleiri her á klettunum. 

Hann sigur at enda, at hann vónar at Víkingur vinnur uppgerðina móti Linfield FC og at teir koma at møta írska Shelbourne FC í næsta umfari. 

Tí sum hann sigur, tað hevði verið stuttligt at sloppið at møtt føroyingum niðri í Dublin í Írlandi til eitt gott prát og eina Guinness.

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:

Eysturkommuna

Sp/F Stoyp

PRG

Form

TJ Smíð