Í kvøld kl. 19.00 bresta Víkingur og norðurírska Linfield FC saman á Tórsvølli í triðja undanumfarinum í Conference League.
Hóast liðið hjá Linfield FC ikki telist millum tey heilt stóru nøvnini í evropeiskum fótbólti ella hevur teir kendastu leikararnar í hópinum, so brýtur serliga núverandi venjaranavn hjá teimum tó nakað frá.
Tann 12. oktober 2010 leiktu Føroyar og Norðurírland landsdyst á Svangaskarði. Ein dystur sum endaði 1-1.
Í miðverjuni fyri Føroyar tann dagin leikti núverðandi liðskiparin Atli Gregersen. Yvirav honum í álopinum á mótstøðuliðnum stóð Warren Feeney, (venjari hjá Linfield frá 2014-2015).
Í 50 minutti varð Warren Feeney útskiftur fyri núverandi Linfield FC venjarin, David Healy.
Báðir norðurírarnir hava teir hava sína fótbóltsyrkisleið í m.a Onglandi og Skotlandi.
Warren Feeney var framvið feløg so sum; Bournmouth, Luton Town, Cardiff City og Plymouth Argyle, árenn hann endaði sína yrkisleið í Linfield FC.
Meðan David Healy er kanska nakað kendari, við tað at hann er uppaldur í stórfelagnum Manchester United. Hann leikti við feløgum so sum Preston North End, Leeds United, Fulham Sunderland og Glasgow Rangers, áðrenn hann fór venjaravegin og tók yvir í Linfield FC í 2015.
David Healy fekk 95 A-landsdystir fyri Norðurírland, meðan Warren Feeney fekk 46 A-landsdystir.
Atli Gregersen leikti sín seinasta A-landsdyst á Friends Arena í Svøríki 15. november 2019 sum 37 ára gamal. Hann er skrásettur fyri at hava leikt 59 A-landsdystir fyri Føroyar.
Vert er tó at leggja afturat, at hvørgin av teimum Linfield FC-venjarunum slapp framvið Atla Gregersen tann dagin. Einsamalla málið hjá Norðurírum skeyt Kyle Lafferty.
Atgongumerkir til dystin í kvøld kunnnu keypast á Atgongumerki.fo
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:
Eysturkommuna
Sp/F Stoyp
PRG
Form
TJ Smíð