Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.07.2025 22:45

Víkingur í Champions League: Víkingur – Lincoln Red Imps 2-3 (Myndir)

Tað endaði við einum stórum vónbrotið við Djúpumýru í kvøld, tá ið víkingar taptu móti Lincoln Red Imps frá Gibraltar.

Víkingur megnaði ikki at halda málið reint, har trý mál fóru ígjøgnum í fyrra hálvleiki, samstundis sum at neyvleikin frammi í álopinum ikki var til staðar gjøgnum mest sum allan dystin.

Jákup Johansen og Sølvi Vatnhamar skutu málini fyri heimaliðið.

2-3 tapið ger, at nú verður mótbrekkan tung hjá Víkingi at spæla seg víðari til 2. umfar, har Reyða Stjørna úr Serbia bíðar.

Heilt vist er tó, at Olaf Bárðarson ikki verður við í ferðalagnum, eftir at hann fekk beinleiðis reytt kort í 82 minutti.

Útidysturin móti Lincoln Red Imps verður komandi týsdag 15. juli niðri á Gibraltar.

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Champions League hava:

Eysturkommuna

TJ Smíð

Kreton

Myndir: Josiah Lukama/Eysturoyarportalurin