Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.07.2025 21:22

Víkingur í Champions League: Triðju ferð víkingar eru í Champions League

Í annaðkvøld bríkslar Lothar D’hondt úr Belgia dystin í gongd millum Víking og Lincoln Red Imps við Djúpumýru í Klaksvík í 1. umfarinum í Champions League.

Hetta er triðju ferð at liðið úr Eysturkommunu skal spæla í UEFA Champions League.

Fyrstu ferð Víkingur leikti í Champions League kappingini varð í 2017, tá ið teir møtti KF Trepca 89 úr Kosovo. 

Víkingar vunnu samanlagt 6-2, eftir ein flottan 4-1 útisigur niðri í Kosovo. Og fóru sostatt víðari til 2. umfar, har teir ruku út eftir eitt 3-1 tap samalagt móti FH Hafnafjørður úr Íslandi.

Í 2018 var tað finska stórliðið HJK Helsinki, sum stóð fyri tørni í 1. umfarið. HJK Helsinki vann tó samanlagt 5-2.

Lincoln Red Imps hava áður møtt føroyskum liðum. Í 2014 vann HB 5-2 á heimavølli, meðan dysturin á Gibraltar endaði við javnleiki 1-1.

Málskjúttar fyri Víking í Champions League eru hesir:

Gunnar Vatnhamar 3 mál

Sølvi Vatnhamar 2 mál

Adeshina Lawal 2 mál

Sorin Angel 1 mál

Dysturin við Djúpumýru í Klaksvík byrjar kl. 19.00 í annaðkvøld.

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Champions League hava:

Eysturkommuna

TJ Smíð

Kreton