Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.07.2025 00:48

Víkingur í Champions League: Lítið ferðalag farið til Gibraltar

Tíðliga í morgun setti eitt lítið ferðalag av víkingafjepparum úr Eysturkommunu kós móti Miðjarðarhavinum og Gibraltar.

Farið var tíðliga úr Føroyum, har flogið varð fyrst til Keypmannahavnar.

Síðani varð ein drúgvur flogtúrur á fýra tímar til Malaga, Og síðani var koyrt í tveir tímar við bussi úr Malaga heilt til markið til Gibraltar.

Seinasta pettið til hotellið, varð gingið úr Spania, ígjøgnum passkontrol inn til Gibraltar, yvirum einasta flogvøllin og síðani til hotellið.

Ein ferð sum tók uml. 12 tímar, frá tí at farið var úr Føroyum og til ferðalagið var komið uppá á plass.

Týsdagin spælir Víkingur á útivølli, niðri á Gibraltar, seinna dystin í Champions League móti Lincoln Red Imps. Fyrri dysturin endaði 2-3 til liðið av Gibraltar.

Myndir: Eystuoyarportalurin

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Champions League hava:

Eysturkommuna

TJ Smíð

Kreton

P/F Varðin